Ein dokumentarsending um eina gloymda fólkaflyting, sum fór fram í harðskapstíðini hjá Stalin í Sovjetsamveldinum. Undir øðrum veraldarbardaga flýddu uml. 63 000 ingermanlendarar úr St Pætursborgarøkinum. 5000 komu till Svøríkis og búsettust har. Ein av teimum, sum komu,var pápi Anneli Kustfält filmsframleiðara. Í einum filmi hevur Anneli Kustfält dokumenterað sovjetska ágangin, týsku hersetingina, evakueringina till Finlands og flýggjanina til Svøríkis við at tosa við nøkur av teimum seinastu, sum eftir eru og sum komu til Svøríkis.