Snork kann vera alt frá imponerandi til beinleiðis irriterandi, og vit kenna øll onkran, sum snorkar, ella gera vit tað kanska sjálv. Uml. fimtihvør dani snorkar. Ein er journalisturin Oliver Zahle, sum unnustan mangan sendur út á sofuna at leggja seg. Men nú ætlar Oliver sær at gevast at snorka. Hann vil hava greiðu á, um tað er vandamikið at snorka? Hvussu skaðiligt er tað fyri parlagið, um kvinnur snorka og sjálvandi... Finna grovasta snorkaran í Danmark! |