James og Adam Price fara fyrstu norðurlendsku mat-odyssé nakrantíð. Málið er púra greitt: norskar, svenskar og finskar goymslur skulu takast, kannast og leggjast fyri sjónvarpshyggjaran. Liðið er nú komið á svensku eysturstrondina - eitt satt paradís hjá teimum, sum dámar væl at njóta ein góðan bita. Á matskránni stendur m.a. Biff a la Lindström. Heima hjá Carl Larsson: Limpa og Gubbröra og langt inni í einum stórum, svenskum skógi eta tey elgskjøt og blábersuppu.