Lene-Marie lendir í Dubai við 2 ára gamla soninum, sum aftur skal vera saman við arabiska pápanum, hóast danska familjan er ivasom. Hjá sjálvstøðugum vinnurekandi í Dubai er ikki nógv barnsburðarfarloyvi at heinta. Sussi er hárfríðkanarkvinna í Dubai. Hon er upp á vegin og eigur eitt frammanundan. Nýggj donsk røð fylgir 5 donskum kvinnum, sum vísa okkum eitt Dubai, har lívið ikki einans bjóðar sólskin og skattafrælsi, men eisini langar arbeiðsdagar, fíggjarligan ótryggleika og púra vanligan gerandisdag.