Price brøðurnir eru mitt í norðurlendskari odyssé og eru nú komnir til Noregs. Fyrsti steðgur er Texas burgari í Oslo, síðan gongur leiðin vestureftir til Bergen. Her borðreiða tey við klippfiski á gomlu "Bryggen" og við Borgund stavkirkju frá 1180 baka brøðurnir vaflur við brúnosti. Sjálvandi skal laksur eisini á borðið, so James keypir 50 metrar av eini (í roynd og veru uppturkaðari) laksaá, og Adam veit brádliga alt um at fiska við flugu.