Jógvan Arge lesur níggjunda part av bókini "Vágamentan" eftir Minu Reinert
Bókin "Vágamentan - Teir vóru so fittir og galantir" er skrivað við støði í MA-ritgerð hjá Minu Reinert frá 2007.
Hon setti sær fyri at finna broytingar, sum stóðust av, at Vágar vórðu hersettar undir krígnum.
Hon kannaði, hvussu viðurskiftini vóru fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini í Vágum, og hvørjar broytingar hersetingin elvdi til eftir heimsbardagan.