Vágskálin

Vágskálin: Tilgjørt vit eitt avbjóðandi vegamót
11-10-2023
Verða listafólk og starvsfólk í skapandi vinnugreinum arbeiðsleys av tilgjørdum viti?

Hesin spurningurin verður settur í sendingini hesaferð.

Tilgjørt vit ella Artificial Intelligence kann skapa tekstir, myndir og tónleik burtur úr frammanundan gjørdum verkum, sum teldurnar eru fóðraðar við.

Er sambært upphavsrættinum loyvt at fóðra tøknina við hesum verkunum? Duga teldur líka væl at skapa sum fólk? Hvussu skal økið regulerast?

Birgir Kruse, bloggari og lærari, Knút Háberg Eysturstein, PhD-lesandi í tónleiki á Fróðskaparsetri Føroya, og Øydis Bjerre, bókavørður á Landsbókasavninum, skifta orð um spurningin.

Torben Nielsen, KT-serfrøðingur, greiðir frá, hvat tilgjørt vit er og dugir, og Rakel Helmsdal, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya, sigur sína hugsan um, hví tilgjørt vit kann fara at hótta rithøvundayrkið.

Uni Arge leggur til rættis

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum.

Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini.

Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður.

Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd.

Uni Arge leggur til rættis.

Til ummælis er bókin ?Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á? eftir Helga Rasmussen
12-11-2025
Vágskálin hesaferð snýr seg um søgubókina "Westward Ho" eftir Helga Jacobsen, journalist
29-10-2025
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hvør at tæna øðrum" um Føroya Keypssamtøku
10-10-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um skaldsøguna "1804" eftir Rúna Bjarkhamar. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð ummæla
01-10-2025
Til viðgerðar er stuttsøgusavnið "Gentan á barnaheiminum" eftir Birnu Breckmann, og vit eru til bókaframløgu í Føroya Keypssamtøku.
07-05-2025
Í sendingini ummælir Ben Arabo bókina "Soldat", og Michael Koba ummælir nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð".
15-04-2025
Sendingin hesaferð umrøður havnarmannin, Bjørn Isholm, greinasavnið "Heimsins nalvi" og yrkingasavnið "Rák".
09-04-2025
Sendingin snýr seg um føroyskt í tí teirri talgildu verðini og ta ávirkan, sum vitlíki longu hevur á okkara gerandisdag.
01-04-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um útgávuirksemið hjá NÁMI, sum ger frálærutilar til fólkaskúlan og miðnámsskúlarnar
26-03-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um skaldsøguna "Dødsbo" eftir Inger Smærup Sørensen. Ummælarar eru Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum
19-03-2025
Sendingin hesaferð snýr seg um ættargransking í Vágum, donsku listakvinnuna Julie Sass og eitt yrkingasavn hjá Sinnisbata Ung
12-03-2025