Vágskálin

Vágskálin: Hjartanemandi søgur um barsilsdeyða
04-09-2024
Í fyrstu Vágskálini hesa vetrarskránna verður bókin ”Tær góvu lív” eftir Rigmor Restorff Dam ummæld

Í føroyskari søgu hava kvinnur deyðar í barsilssong ikki fingið nógva rúmd, og tað vildi Rigmor Restorff Dam broyta við bókini, sum kom út 20. juni.

Rigmor nevnir, at áhugi hennara fyri søgunum um tær, sum doyðu í barsilssong, kyknaði fyrst í hesi øldini, tá hon hoyrdi eina kvinnu siga søguna um ommu sína, sum doyði frá børnunum.

Deyði hennara hevði ávirkað familjuna bæði sosialt og sálarliga. Børnini vórðu sett út til fosturs og mistu sambandið sínámillum, og familjan kom ikki til sættis við sorgina, tí ongin tosaði um hana.

Tey, sum ummæla ”Tær góvu lív”, eru Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð. Talan er um eina bók, sum reikar ímillum tað yrkisbókmentaliga og fagurbókmentaliga, siga tey.

Frásagnirnar um, hvussu liviumstøðurnar vóru fyrr, eru neyvar og upplýsandi, og tær persónligu samrøðurnar við fólk, sum mistu eina ættmóðir í barsilssong, eru meira málandi og hjartanemandi.

Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur brot úr bókini.
Uni Arge leggur til rættis

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Til umrøðu hesaferð er nýggj bók um politiið í Føroyum og enska ávirkanin á føroyskt mál
25-03-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hendur ið sleptu" eftir Óla Jacobsen
18-03-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Sláttrir" eftir Tórodd Poulsen
11-03-2026
Á vágskálini hesaferð eru bókin "Í eygnahædd" hjá Kinnu Poulsen og Geyta-tiltakið
04-03-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Lív" eftir Jónu Joensen
25-02-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus
18-02-2026
Á vágskálini hesaferð er bókin "Eingin dansur á rósum" eftir Peter Old
11-02-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd krimiskaldsøgan "Kavafonnin grætur" eftir Jógvan Isaksen
04-02-2026
Á vágskálini hesaferð er metamodernistiska dómadagsmanifestið "Hey" hjá Trygva Danielsen
28-01-2026
Vágskálin hesaferð snýr seg um tríbindaverkið um Føroya Arbeiðarafelag
21-01-2026
Yrkingasøvnini "Ullarljóð" hjá Jóanesi Nielsen og "Grøðandi sjógvur" hjá Snæbirni í Dali verða ummælt hesaferð
14-01-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Gula hurðin" eftir Jón Thorsteinsson
06-01-2026