- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Í teirri 45. Vágskálini viðgera vit ta drúgvastu bókina, sum hevur verið til viðgerðar, síðan sendingin byrjaði undanfarnu vetrarskrá.
Bókin "Antisemitisma" kom út í 2023 á forlagnum Náttsólin og er góðar 500 síður. Ikki ein mynd er í henni, bara tekstur, men væl skrivaður tekstur.
Antisemitisma er tað sama sum jødahatur, og bókin snýr seg um tann hatur, sum hevur verið vendur ímóti jødum, síðan evangeliini vórðu skrivað millum ár 60 og 100 eftir Kristi føðing.
Ummælarar eru Jákup Reinert Hansen, gudfrøðingur, og Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og hjá báðum vakti bókin sterkar kenslur.
Sámal Matras heldur, at tær fyrstu 200 síðurnar eru áhugaverdari enn tær síðstu 300 síðurnar, sum burturav útpensla ræðuleikarnar undir holocaust.
"Hann er best, tá hann skrivar um idesøgulig viðurskifti heldur enn realsøgulig viðurskifti," sigur Sámal Matras, sum neyvan hevði lisið bókina lidna, skuldi hann ikki ummælt hana.
Jákup Reinert Hansen heldur, at Hanus Kamban er ov einvísur at geva kristnum skyldina fyri tann jødahatur, sum skal vera íkomin við teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti.
Longu í Esters bók í Gamla Testamenti verður ringur jødahatur lýstur, og hetta var langt áðrenn Kristi føðing, nevnir hann.
Hanus Kamban nevnir ofta, at jødahatur serliga stóðst av, at jødarnir fingu skyldina fyri at hava gjørt av við Jesus. Haraftrat vórðu teir lagdir undir at vera Satans børn.
Í miðøldini vórðu jødarnir lagdir undir at eitra vatnbrunnarnar, at vanhalga altarbreyðið og at pína og drepa smábørn. Teir fingu eisini skyldina fyri Svarta Deyða, bardagar og kreppur av ymsum slag.
Tí mest skipaða jødahatrinum stóðu nazistarnir fyri undir seinna heimsbardaga. Adolf Hitler bar tíðliga inniligan hatur til jødar, og undir seinna heimsbardaga gjørdi hann so av, at allir jødar skuldu takast av døgum.
Uni Arge leggur til rættis.