- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Í sjeytiárunum og áttatiárunum vandu fá styrkivenjing í Føroyum, og ongin hevði áhuga fyri kropsbygging ella bodybuilding. Tann fyrsti føroyingurin, sum setti sær fyri at gerast bodybuildari, var Gunnar Hjelm, og hann var sostatt undangongumaður á økinum.
Serliga fyrstu árini fekk hann harðar ábreiðslur og ókvæmisorð oman yvir seg fyri at ganga hesa sjáldsomu leið og fylgja sínum dreymi. Hann varð skírdur ein sjálvfeitur apukattur, sum bara sá seg sjálvan og ongan annan.
Sama hvat onnur hildu, setti Gunnar sær fyri at gerast danskur meistari í bodybuilding, og hann var fleiri ferðir við í hesi kappingini. Hann vann ikki, men gjørdist tvær ferðir nummar tvey.
Bókin “Vilji er lekjandi máttur” snýr seg ikki bara um bodybuildaran. Hans Egholm skrivar í innganginum, at lívsleiðin hjá Gunnari hevur verið knortlut og merkt av mótgangi. Hann átti trý systkin, sum øll doyðu blaðung ella ung. Eisini pápin doyði í bestu árum, og Gunnar og seinna konan, Helen, mistu fyri 10 árum síðan eitt barn.
Barbara Holm og Eyðun Klakkstein, journalistar, ummæla bókina og halda, at Hans Egholm er komin væl frá henni. Bókin er persónlig og eisini rættiliga privat, halda tey.
"Hetta er ein óføroysk søga og eitt óføroyskt innlit, hugsa vit um, hvussu hann allatíðina fer upp ímóti jantelógini," sigur Barbara Holm.
"Hetta er søgan hjá Gunnari, og hann fer rættiliga langt viðhvørt í sínum privatu viðurskiftum, men sjáldan ov langt," sigur Eyðun Klakkstein.
Uni Arge leggur til rættis.