Skipað verður fyri trimum stórum, almennum valfundum. Hesir verða hildnir í Hoyvík, á Tvøroyri og í Klaksvík. Annar valfundurin verður sunnukvøldið 27. november í SALT á Drelnesi í Tvøroyri. Til almennu valfundirnar eru øll vælkomin at lurta og at seta spurningar. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá valfundunum.