Skipað verður fyri trimum stórum, almennum valfundum. Hesir verða hildnir í Hoyvík, á Tvøroyri og í Klaksvík. Triði og seinasti valfundurin verður týskvøldið 6. desembur á Skúlatrøð í Klaksvík. Til almennu valfundirnar eru øll vælkomin at lurta og at seta spurningar. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá valfundunum.