Hjálmar Hátún er fysiskur havfrøðingur og starvast sum granskari á Havstovuni. Hann granskar í broytingum í havklimai í Norðuratlanshavinum og ávirkan teirra á vistskipanir.
Hjálmar Hátún fer at greiða frá, hvørja ávirkan El Nino skipanin í Stillahavinum hevur á havklima um okkara leiðir.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.