Vísindavøka (teknmálstulkað)

Vísindavøka '23 - Katrin Eivindardóttir Danielsen, Heilsugranskingareindin - teknmálstulkað
27-05-2024

Katrin Eivindardóttir Danielsen, Heilsugranskingareindin.

Ílegukanningar og títtleiki av arvaligum sjúkum í Føroyum.
Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur ph.d. í útviklings- biologi. Hon starvast sum fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum.
Katrin Eivindardóttir Danielsen hevur granskað í títtleikanum av nøkrum arvaligum sjúkum í Føroyum.
Í framløguni fer Katrin Eivindardóttir Danielsen at leggja fram nøkur úrslit frá granskingarverkætlan síni um arvaligar sjúkur í Føroyum.

Vísindavøka (teknmálstulkað)

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.