Vísindavøka (teknmálstulkað)

Vísindavøka '23 - Hans Ellefsen, Fróðskaparsetrið - teknmálstulkað
08-08-2024

Trupulleikar við føroyskum fiskivinnupolitikki seinastu 25 árini.
Hans Ellefsen er búskaparfrøðingur við ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði frá Syddansk Universitet. Hann er lektari í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Hans Ellefsen granskar serliga í, hvussu fiskivinnupolitikkur eigur at verða førdur.
Framløgan hjá Hans Ellefsen snýr seg um, hvørjir feilir hava verið gjørdir í føroyskum fiskivinnupolitikki seinastu 25 árini, og hvussu vit kundu gjørt tað betur.

Vísindavøka (teknmálstulkað)

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.