- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka (teknmálstulkað)
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið.
Hvat er eitt genom-atlas?
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu hevur ph.d. í mýlalívsvísindum. Hon starvast sum granskari og námslektari í mýlalívsvísindum á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu hevur fingið fígging til eina verkætlan, sum skal gera eitt genom-atlas fyri føroyska vistrfrøði. Í framløguni fer hon at greiða frá, hvat eitt genom-atlas er, og hvat tað kann brúkast til.
Vísindavøka (teknmálstulkað)
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.