William

 
Er kopiera

Tak niður

Bíða við..
Gandaljós á ellisárum

William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Hann verður heiðursborgari í Havn, hann fær stórfingnu Sonning-virðislønina, og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði.

Glataði spælimaðurin

Tveir av guddómligu máttunum, ið William sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir. Og nú hann er farin um tey sjeyti, stígur hin veruliga Afrodite undan kavi.

Himinin brosar

Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins, og verður limur av Danska Akademinum.

Familjumaður og gjøgnumbrot

Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir. Fyrstu skaldsøgurnar veita honum nógvar lesarar í Danmark, men ikki í Føroyum. Lýsingarnar av trúarlívi og stættamuni í Føroyum koma mongum dátt við.

Sveimandi ungdómsár

Í 1. parti verður sagt frá barna- og ungdómsárum Williams. William kennir á sær hitt skaldsliga kallið, og hevur tí lítlan hug at taka við handlinum, sum pápin hevur. 20-árini eru tí eitt stríð fyri listaligum frambroti.

William
Um Sendingina
Samband

Sendinga webform