- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Jóna Joensen, sum hevur verið búsitandi í lítlari bygd, Treiten, nærhendis Bern í Sveis síðan 1997, var karrierukvinna við stórum K. Men í 2007 gjørdist hon sjúk, og hetta var ein veking, sum hevði við sær, at hon og maður hennara, Thomas, løgdu lív sítt fullkomiliga um. Frá ikki at duga at gera mat, ger Jóna í dag alt, tey eta, frá botninum av. Hon súltar, fermenterar og bakar og flest allar fruktir og grønmeti dyrka tey í hava sínum, eins tey hava hønur. Onki verður keypt í matvøruhandlum, eins og meginpartin av lívinum, eisini matgerð og strúking gongur fyri seg uttanfyri, tí tað er har, Jóna trívist best.

25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo