- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar? Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð.

25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo