- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Knút Háberg Eysturstein f.1980 er cand.mag í tónleikafrøði og tónleiki.
Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum.
Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918.
Nú hevur Knút skrivað stórverk um Dahl. 21. mars 2019 varð bókin um Regin Dahl, sum telur 500 síður, givin út á Sprotanum. Bókin hevur heitið, Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin.

25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo