- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin - stroyming
Vit senda í heilum børn av landinum til viðgerðar fyri bæði sálarligar og sosialar avbjóðingar. Hesi børn eru langt burturi frá familju og vinum í longri tíð, og eru í einum fremmandum landi og umhvørvi, har tey ikki kunnu brúka móðurmálið.
Ofta snýr tað seg um, at vit í Føroyum ikki hava tað tilboðið, sum børnini hava tørv á.
Í løtuni eru átta børn og ung á viðgerðastovni í Danmark, tí tey hava sosialar og sálarligar avbjóðingar.
Talan er um fyribils bútilboð á sokallaðum bú- og viðgerðarstovnum í Danmark.
Tað kostar í løtuni Almnannaverkinum 26 milliónir krónur.
Er tað í lagi, at vit senda so nógv børn av landinum til viðgerðar?
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, skifta orð um avbjóðingina.

Breddin - stroyming
Stroymingin av Breddanum, sum er ein sending um aktuel evni, ið verður send í útvarpinum týs-, hós- og fríggjadagar kl. 10.