Dreymurin um Grønland

Dreymurin um Grønland (1:2)
06-10-2021
Fyrri partur í sending frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.

Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð.

Tey goyma søguna um eitt drúgt politiskt stríð millum føroyingar, grønlendingar og donsku stjórnina, um hvør hevði rætt at sleppa innum tað púra avbyrgda kolonilandið. Tað er søgan um føroyskar fiskimenn og útróðrarmenn, sum fóru ta longu leið yvir til Grønlands við dreyminum um at finna toskagull. Og tað er søgan um eina vandafulla sigling, har upp í 250 mans húsaðust í eini skipslast í vikur á leiðini til Grønlands. Nakrir av monnunum sum hava verið og arbeitt í Føroyingahavnini eru við til upptøkurnar. 

Dreymurin um Grønland

Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð.

Samrøður eru við millum aðrar Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Malmberg Simonsen, Sørvágur. Karl Jespersen, Tvøroyri. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Ísak B. Jacobsen, Sørvágur. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur og Tórstein Christiansen, Skálavík.

Høgni Hoydal og Bjarnheðin i Hoyvík leggja til rættis.

Annar partur í sendingini frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
12-10-2021
Fyrri partur í sending frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
06-10-2021