- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein søga um upphav Føroya
Í trimum sendingum greiðir jarðfrøðingurin, Jóannes Rasmussen, sáli, okkum frá upphavi Føroya. Í fyrsta parti verður víst á, hvussu ógvuslig eldgos á okkara leiðum fyri nógvum milliónum av árum síðani bygdu upp eina røð av basaltfláum, sum upprunaliga myndaðu ein veldugan basaltháslætta. Gjøgnum tær óteljandi øldirnar, ið eru gingnar, síðani háslættin varð bygdur, hava týnandi náttúrumáttir sum skiftandi hiti og frost, vindur og regn, skriðjøklar og havaldan máað burtur av lendinum. Samstundis er stórur partur av tí lendi, sum upprunaliga var yvir sjónum, sokkið undir sjóvarmálan, so bara ein lítil partur nú stingur uppundan, nevniliga okkara lítla oyggjaland. Jóannes Rasmussen, sáli, greiður frá. Martin V. Heinesen og Helgi Jacobsen løgdu til rættis.

Ein søga um upphav Føroya
Sending í trimum pørtum - um upphav Føroya


