Fólksins rødd

Fólksins rødd: Um valfepur
13-10-2011
Nú valfepurin hevur sett landið á skák, og politikarar í hópa tali bjóða seg fram, seta vit aftur Fólksins rødd á skránna - hesaferð í eini serligari valútgávu

Manningin er spildurnýggj, og øll hava tey eina meining um tað, sum fer fram á politiska leikpallinum. Í kvøld fara røddirnar at líta aftur á seinasta valskeiðið og meta um avrikið hjá politikarunum seinastu fýra árini. Hvat og hvør hevur roynst væl, og hvør stóð ikki royndina? 

Fólksins rødd

Fólksins rødd er aftur - fyri aðru ferð í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá fimm útvaldum føroyinginum - jarðarmóðrini á Tvøroyri, KT-fólkinum í Havn, pensjoneraða journalistinum í Sandavági og ambulansu/sjúkrarøktarfrøðingaparinum ávegis til Fuglafjarðar.
Tey luttakandi eru: Bjørg av Rana Nitschke, Sigmundur Mørkøre, Edvard í Skorðini Joensen, Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm.

Fólksins røddir siga sínar hugsanir í kjakinum um fólkið og javnstøðu
03-12-2009
Fólksins røddir siga sína hugsan um átrúnað og kristna trúgv í føroyska samfelagnum
26-11-2009
Hvussu rakar fíggjarkreppan fólk í Føroyum? Fólksins røddir hjá sjónvarpinum siga sína hugsan um evnið
19-11-2009
  •