- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Í sendingini hesa ferð frætta vit millum annað um nýggju fløguna hjá Døgg Nónsgjógv og nýggju skaldsøguna eftir Carl Jóhan Jensen.
Eisini stukku vit inn á gólvið, tá nýggir luttakarir skuldu finnast til spurnarkappingina "Orrustan." Tað er nevniliga so, at krøv setast til luttakarar í undirhaldssendingunum í sjónvarpi, og hetta er eisini galdandi fyri børn.
Harumframt fer ein arkitektur at ummæla nýggja høvuðssætið hjá BankNordik, eins og vit hoyra um stóru Heystframsýningina, sum er á Skipasmiðjuni.
Mentanarsendingin Grindin er á skránni triðju hvørja viku í vetur. Lagt til rættis: Ivan Niclassen.

Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.