Grindin

Grindin: Her er ellinta sendingin
25-10-2015

Í sendingini hesa ferð frætta vit millum annað um nýggju fløguna hjá Døgg Nónsgjógv og nýggju skaldsøguna eftir Carl Jóhan Jensen.

Eisini stukku vit inn á gólvið, tá nýggir luttakarir skuldu finnast til spurnarkappingina "Orrustan." Tað er nevniliga so, at krøv setast til luttakarar í undirhaldssendingunum í sjónvarpi, og hetta er eisini galdandi fyri børn.

Harumframt fer ein arkitektur at ummæla nýggja høvuðssætið hjá BankNordik, eins og vit hoyra um stóru Heystframsýningina, sum er á Skipasmiðjuni.

Mentanarsendingin Grindin er á skránni triðju hvørja viku í vetur. Lagt til rættis: Ivan Niclassen.

Grindin

Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017

Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.

10-03-2016
Í sendingini frætta vit millum annað um eina heilt serstaka filmsverkætlan, ið snýr seg um at miðla gransking
28-01-2016
Hesa ferð er sendingin um føroyskar stuttfilmar burturav
17-12-2015
Eyðun Eliasen, Heidi Poulsen og Rúni Abrahamsen ummæla nýggja bygningin hjá Bank Nordik
22-10-2015