- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Millum evnini hesa ferð er ummæli av nýggja stuttsøgusavninum eftir Sámal Soll og ein samrøða um "Fúrstan" eftir Machiavelli.
Sýningarnar av væl umtókta sjónleikinum "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum" eru útseldar langt fram í tíðina. Vit fylgdu leikstjóranum ein dag undan frumsýningini.
Vit hoyra eisini um satiru á Tjóðpallinum og upprunan til Landsbókasavnið.
Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Suni Merkistein.

Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.