- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Í sendingini frætta vit millum annað um eina nýggja barnabók og barnafløgu, sum fýra kend listafólk hava samstarvað um. Vit eru í desember, og tí skulu vit síggja, hvussu til ber at prýða eitt sindur øðrvísi til jóla eitt nú ber til at brúka tilfar úr føroysku náttúruni.
- Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eg vil ikki útseta nakað, tí eingin kennir dagin í morgin. Orðini eigur Steintór Rasmussen, sum hevur givið út ævisøgu sína, Lívið er mítt listaverk.
Í sendingini fortelur klaksvíkingurin um tankar aftan fyri bókina. Ársins Geytavirðisløn verður latin í næstum, og vit vitja dómsnevndina, tá filmarnir skulu veljast út.
Lagt til rættis: Pætur M. Dahl, Rannvá G. Fossaberg og Bjørg Mohr Anderssen.

Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.