Grindin

Grindin
12-05-2016

Í sendingini hitta vit filmsleikstjóran Anton Petersen, sum hevur valt at fara til Nólsoyar at skriva handritið til ein nyggjan spælifilm. Anton hevur serliga áhuga fyri tætta sálarliga sambandinum millum menniskju, sum eru knýtt tætt hvør at øðrum. Hetta verður eisini evnið í nýggja filminum.

Eisini hoyra vit um forvitnisligu framsýningina við málningum eftir Anker Mortensen, sum letur upp í Listaskálanum fríggjadagin. Stjórin á savninum vil vera við, at listarliga stigið er sera høgt.

Sangbólkurin KATA kemur í næstum við nýggjari fløgu. Hetta eru løg og sangir, sum Marianne Clausen savnaði saman og gav út í bók. Flestu løgini eru nærum ókend í dag, men KATA tekur tey fram aftur og gevur teimum ein eyðkendan ljómlit.

Eisini hoyra vit um Frank Sinatra. Tað eru eftirhondini nøkur ár síðani, at hann doyði, men hann er ikki gloymdur - tvørturímoti. Tórshavnar Big Band hevur í hyggju at heiðra amerikanska sangaran.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Uni Arge. Foto og klipt: Hallur E. Thomsen.

Grindin

Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017

Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.

11-05-2017
20-04-2017
23-03-2017
Føroysk mentanarsending
02-03-2017
09-02-2017
19-01-2017
- føroysk magasinsending
08-12-2016
17-11-2016
27-10-2016
06-10-2016
12-05-2016
14-04-2016