Grindin

Grindin
06-10-2016

Mentanarsendingin "Grindin" er aftur á skránni triðju hvørja viku í vetur.

Í sendingini hitta vit fløguaktuellu Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir. Heiðrikur tekur okkum við á eina jaliga jarðarferð og Guðrið greiðir frá tónleikinum á nýggju fløguni.

Í sendingini hyggja vit eisini at bókmentarákinum, har høvundar skriva út frá egnum upplivingum, eins og nýggja stuttsøgusavnið eftir Katrin Ottarsdóttir verður ummælt.

Harafturat tosa vit við listamannin Jóhan Martin Christiansen um hansara spennandi framsýning í Listaskálanum.

Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir, Sissal Kampmann og Ivan Hentze Niclasen.

Grindin

Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017

Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.

Forlagið Torgard, sum Hugin Eide setti á stovn í 2008, gevst nú við útgávuvirkseminum. Sí Hugin Eide greiða frá, hví forlagið Torgard nú letur aftur
27-09-2014
So er afturvendandi mentanarsending aftur á skránni í sjónvarpinum
25-09-2014
  •