- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønir fingrar
Hesa ferð vitja vit í einum hugnaligum urtagarði í Leirvík, har tann siðbundni føroyski stílurin er gjøgnumgangandi við gróti, lagingum og grønum runnum. Eisini vitja vit ein urtagarð í Havn, har dentur er lagdur øðrvísi vøkstur, sum vanliga ikki er at síggja í Føroyum, eitt nú pálmar, bonsaitrø og bambus.

Grønir fingrar
Hetta er tíðin, tá ið alt spírar og blómar.
Kom við á vitjan í vøkrum føroyskum urtagørðum, nýggjum sum eldri, gjøgnum litrík blómubeð og grønar oasur. Urtagarðarnir eru allir ymiskir, við ymiskum vøkstri og lendi. Her er ein ørgrynna av íblástri, vitan og hugskotum at fáa.
Lagt til rættis: Sára Jógvansdóttir og Jens Jákup Hansen
Sett saman: Elin Dagbjartsdóttir Neshamar