- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønir fingrar
Grønir fingrar (3:3)
13-05-2025
Í triðja og seinasta parti í hesum umfarinum, vitja vit fólk, sum fáast við at dyrka ymisk sløg av nyttuplantum og fregnast hvussu tey gera, fyri at fáa eitt nú salat, røtur og súreplir at vaksa.

Grønir fingrar
Hetta er tíðin, tá ið alt spírar og blómar.
Kom við á vitjan í vøkrum føroyskum urtagørðum, nýggjum sum eldri, gjøgnum litrík blómubeð og grønar oasur. Urtagarðarnir eru allir ymiskir, við ymiskum vøkstri og lendi. Her er ein ørgrynna av íblástri, vitan og hugskotum at fáa.
Lagt til rættis: Sára Jógvansdóttir og Jens Jákup Hansen
Sett saman: Elin Dagbjartsdóttir Neshamar
Hesa ferð vitja vit í einum hugnaligum urtagarði í Leirvík, og eisini vitja vit ein urtagarð í Havn
07-05-2025
Í fyrsta parti vitja vit ein tíggju ára gamlan urtagarð í Sandavági, sum fyri hvørt ár veksur í vavi og ein fimmti ára gamlan urtagarð í Havn, sum er ein litríkur blómuhavi.
01-05-2025