- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim
Hvussu hevði verið, um tú og familjan skuldu búð í tveimum lonum frá ár umleið 1860? Nicolaj Falck hevur umvælt lonirnar, soleiðis at hann og konan, Aðalbjørg Linklett, í dag búgva í einum húsi, har endurnýtsla er í hásæti, og so at siga alt hevur eina søgu.
Eisini vitja vit í Syðrugøtu arkitektin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt stórslignar bygningar so sum Hørpuna í Íslandi, Biskupstorg í Klaksvík og Býráðshúsið í Norðragøtu. Ósbjørn býr saman við familju síni í serstøku húsunum, sum eitt nú hava kanska Føroya bíligastu borðplátu, sum arkitekturin sjálvur hevur gjørt við hjálp frá Youtube.
Í Trøðum á Sandi hava Ingun Eiriksdóttir og Heini Weihe eini frítíðarhús. Upprunaliga var húsið, sum stóð á grundøkinum, frá umleið 1900, men tá Ingun og Heini keyptu húsið í 2013, byrjaði ein stór umvæling - størri enn ætlað. Úrslitið er, at tey í dag hava eini frítíðarhús, sum eru gjørd við íblástri frá gomlu roykstovuni. Her snýr tað seg um at vera saman og koma í feriuhýr.

Heim, kæra heim
Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.