- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim
Fleiri munnu kenna kensluna at ferðast sunnanfyri og koma inn á eitt lekkurt hotellkamar. Heibritt Jacobsen á Velbastað dámar so væl ta kensluna og ikki minst tann suðurlendska stílin, at bæði hús, litir og innbúgv bera brá av hesum.
Á Norðoyri búgva Jórun Høgnesen og David Christiansen. Húsini eru upprunaliga frá 1932, men Jórunn og David hava fullkomiliga endurnýggja húsini, sum eru í tveimum hæddum – og hvør hæddin er bara 35 fermetrar til støddar.
Í 13 ár hava Sigrun Danielsen og maðurin búð í arkitektteknaðu húsunum í Poul Juels gøtu í Havn. Fyri Sigruna er umráðandi, at húsið bæði kann brúkast til familjuhugna og avslapping, men so sanniliga eisini festligar veitslur við nógvum gestum.

Heim, kæra heim
Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.