- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim
Í Finnlandi hava tey sauna, í Norra smáttur, í Danmark kolonihavar. Í Føroyum hava vit neyst – og tey skulu ikki bara falla í órøkt, men brúkast. Tað heldur Niclas Heri Jákupsson, sum í 2016 keypti Garðaneystið við Sjógv, sum hann umvældi og innrættaði sum summarhús. Fyri Niclas Hera er umvæling av neystum terapi.
Sandágerð í Havn er ein perla, og her býr Katrin Kallsberg. Húsini, sum eru arkitektteknað, blivu keypt í 2001. Fyri Katrina er hetta staðið, har hon og børnini veruliga kunnu slappa av og njóta lívið - í stóra húsinum, úti í áhugaverda urtagarðinum og í serstøku smáttuni, sum eisini er at finna á grundstykkinum.

Heim, kæra heim
Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.