- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit ein túr inn í heimildarheimin við rørandi og máttmikla bretska dokumentarfilminum "Tell Me Who I Am". Síðani skulu vit sígga eitt rað av glitrandi filmsstjørnum úr Amerika - við m.a. Reese Witherspoon, Nicole Kidman og Meryl Streep frá sendirøðini "Big Little Lies" - og Robert De Niro, Joe Pesci og Al Pacino í nýggja filminum "The Irishman" eftir Martin Scorsese.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!