- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Hey øll somul og vælkomin aftur til Hyggjuráðið!
Aftur hesuferð er posin gott blandur við miðlagóðgæti. Vit fara hugna okkum við tí grovu samfelagsrevsandi satiruni í amerikansku animatións-sendirøðini "South Park", síðani fara vit at de-konstruera klassisku krimi-genré’una í spildur nýggja filminum “Knives Out" eftir Rian Johnson, og síðst men avgjørt ikki minst, fara vit ein túr aftur í tíðina við at hyggja at "Apocalypse Now" eftir Francis Ford Coppola, nú sum Final Cut.
Vælkomin til Hyggjuráðið.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!