- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit enn einaferð víða um. Vit ummæla 4. sesong av animatións science/fiction sendirøðini Rick And Morty.
Eisini hava vit hugt eftir sosialrealistiska drama filminum “Sorry We Missed You” eftir Ken Loach. Og vit enda við tí árliga romantiska jólafilminum “Last Christmas”.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!