- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
The Academy Awards vera fyri 92. ferð sunnukvøldið 9. februar í Los Angeles, USA. 24 Oscar virðislønir skulu handast.
Tiltakið sjálvt byrjar umleið kl. 23.30 sunnukvøldið, og Oscars handanin er so kl. 01.00.
Níggju filmar eru tilnevndir til besta film. Teir eru: "Ford vs Ferrari", "The Irishman", "Jojo Rabbit", "Joker", "Little Women", "Marriage Story", "1917", "Once Upon a Time in Hollywood" og "Parasite".
Í Hyggjuráðnum hesaferð tosa vit um filmarnar, sum eru tilnevndir.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!