- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Vit ummæla "Klovn the Final", triðja og møguliga seinasta filmin um teir báðar, Casper Christensen og Frank Hvam.
Síðani ummæla vit ógvisliga Netflix-filmin "Uncut Gems". Adam Sandler spælir høvuðsleiklutin, og sum nakað øðrvísi, er hann í einum álvarsamum leikluti. Vit kenna hann annars best sum skemtara.
Síðst, men ikki minst, ummæla vit Suðurkoreanska filmin "Parasite", sum vann fleiri Oscar virðislønir til ársins Academy Awards í Los Angeles.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!