- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Geytavirðislønirnar vórðu handaðar seinasta leygarkvøld, tá Geytin 2020 var í Norðurlandahúsinum. Átta føroyskir stuttfilmar vóru tilnevndir, og teir vórðu allir vístir leygarkvøldið.
Tað var eksistentialistiski barna-stuttfilmurin "Hví eru vit her?" hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø, ið vann Geytan. Skerpiwestern stuttfilmurin "Trøllabeiggi" hjá Gudmundi Helmsdal vann áskoðaravirðislønina.
Gunnvá Zachiariasen, sjónleikari og Hermann Eliassen, miðlafrøðingur, vóru við leygarkvøldið. Tey ummæla vinnarar og hinar tilnevndu filmarnar í Hyggjuráðnum.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!