- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Hesaferð ummæla vit tveir amerikanskar spælifilmar, "The Call of the Wild" og "Bombshell", og ein Oscar-vinnara, dokumentarfilmin "American Factory".
"The Call of the Wild" er ein nýggj tulking av klassisku søguni hjá Jack London við Harrison Ford í høvuðsleiklutinum. "Bombshell" er ein samtíðarsøguligur drama filmur, sum snýr seg um "me too" rákið.
Síðani eru vit flugan á vegginum í eini kinesiskari bilarútaverksmiðju í Ohio, USA, í dokumentarfilminum “American Factory”.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!