- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Jane Austin er aftur og aftur tillagað til film, hesaferð er tað skaldsøgan “Emma”, sum er gjørd til film við sama heiti, og Anya Taylor-Joy spælir høvuðsleiklutin sum Emma.
Síðani hava vit aftur eina Stephen King tillaging, í hesum føri “The Outsider”, ein sendirøð í tíggju pørtum, ið byggir á bókina við sama heiti eftir Horror-konginum sjálvum.
Og síðst hava vit donsku spennings-drama sendirøðina “Når støvet har lagt sig”, ið tekur støði í lagnunum hjá átta fólkum áðrenn og aftaná eitt yvirgangsálop í Keypmannahavn.

Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!