- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóla- og nýggjárssendingar
Teir níggju lestrarnir
23-12-2021
Teir níggju lestrarnir er upprunaliga ein enskur siður, Festival of Nine Lessons and Carols, sum tók seg upp í kirkjum á jólum í 1880, og er síðani farin víða um heimin. Í gudstænastuni verður skift ímillum sang og upplestur av bíbilskum tekstum, sum leiða kirkjufólkið frá skapanini og fram til krubbuna í Betlehem. Ovi Brim, prestur hevur gudstænastuna, og starvsfólkini hjá Heimamissiónini lesa, syngja og spæla. Harafturat luttaka Hallgerð Brim og Hanus Højgaard í postludiuminum.

Jóla- og nýggjárssendingar
Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.
“Sálmar í nýggjum hami” var eitt tiltak hjá Reformatiónsnevndini hjá Fólkakirkjuni, sum varð framført í Norðurlandahúsinum í oktober í ár.
25-12-2024
Asbjørn Lómaklett lesur jólaevangeliið. Klaksvíkar hornorkestur spælir. Upptøkur og sett saman: Ólavur Wolles.
25-12-2022
Eydna Skaale lesur úr Jóhannes evangeliinum. Tórfríð Tavsen syngur sangin Mitt um vetursnætur. Dánjal Tavsen spælir á klaver.
26-12-2021
Eydna Skaale lesur jólaevangeliið. Tórfríð Tavsen syngur Gleðilig Jól og Dánjal Tavsen spælir á klaver.
25-12-2021