- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóla- og nýggjárssendingar
Teir níggju lestrarnir
23-12-2021
Teir níggju lestrarnir er upprunaliga ein enskur siður, Festival of Nine Lessons and Carols, sum tók seg upp í kirkjum á jólum í 1880, og er síðani farin víða um heimin. Í gudstænastuni verður skift ímillum sang og upplestur av bíbilskum tekstum, sum leiða kirkjufólkið frá skapanini og fram til krubbuna í Betlehem. Ovi Brim, prestur hevur gudstænastuna, og starvsfólkini hjá Heimamissiónini lesa, syngja og spæla. Harafturat luttaka Hallgerð Brim og Hanus Højgaard í postludiuminum.

Jóla- og nýggjárssendingar
Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.
Í samband við Mentanarnáttina í summar hevði Tórshavnar Big Band konsertir í Havn og í Runavík við føroyskum sangum, sum eru vorðnir fólkaogn.
12-12-2017
Havnar Arbeiðsmannafelag hátíðarhelt 16. januar í 2016 sín 100 ára stovningardag.
12-12-2017
Norðdepil er ein av føroysku bygdunum, sum komu tá ið einahandilin varð avtikin í 1856. Vit hoyra fólk siga frá um søguna og tilburðir í bygdini
27-12-2016
Nýggjársaftan sendu vit konsert við Eivør í sjónvarpinum. Her er øll útgávukonsertin
04-01-2016
Tann seinna sendingin, har vit eru við neyðhjálparbussinum í Rumenia og Moldova við klæðum og øðrum til tey ringast støddu
03-01-2016
Tann fyrra av tveimum sendingum, har vit eru við neyðhjálparbussinum í Rumenia og Moldova við klæðum og øðrum til tey ringast støddu
01-01-2016