Jóla- og nýggjárssendingar

Teir níggju lestrarnir
23-12-2021

Teir níggju lestrarnir er upprunaliga ein enskur siður, Festival of Nine Lessons and Carols, sum tók seg upp í kirkjum á jólum í 1880, og er síðani farin víða um heimin. Í gudstænastuni verður skift ímillum sang og upplestur av bíbilskum tekstum, sum leiða kirkjufólkið frá skapanini og fram til krubbuna í Betlehem. Ovi Brim, prestur hevur gudstænastuna, og starvsfólkini hjá Heimamissiónini lesa, syngja og spæla. Harafturat luttaka Hallgerð Brim og Hanus Højgaard í postludiuminum.

Jóla- og nýggjárssendingar

Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.

Føroya Symfoniorkestur spælir tónleik eftir finska komponistin, Jean Sibelius, ið livdi frá 1865-1957
26-12-2015
Føroya Symfoniorkestur spælir tónleik eftir russiska komponistin, Pyotr Ilyich Tchaikovsky, ið livdi frá 1840-1893
25-12-2015
24-12-2014
Føðingardagskonsert í samband við at Føroya Symfoniorkestur helt 30 ára stovningardagin hjá orkestrinum
01-01-2014