Jóla- og nýggjárssendingar

Eysturhjálp (2:2)
03-01-2016
Tann seinna sendingin, har vit eru við neyðhjálparbussinum í Rumenia og Moldova við klæðum og øðrum til tey ringast støddu

Í oktober í ár var Eysturhjálp við neyðhjálparbussinum í Rumenia og Moldova við klæðum og øðrum til tey ringast støddu. Veturin er komin, og har frystir niður í 20-25 stig. Tey búgva í húsum, sum eru verri enn okkara ringastu skúrar.

Her koma tey heitu klæðini úr Føroyum væl við. Ein 10 tons bingja fór úr Norðhavnini í Klaksvík við eina mest sjúkrahúsútgerð, skúlaborðum og brúkstilfari til ellisheim og sjúkrahús.

Zacharias Hammer er við í ferðini heilt úr Føroyum eystur til fátækasta land í Europa, Moldova. Leiðin gongur eystureftir gjøgnum sjey lond.

Um kavaklæddar fjallatindar og vegir, har næstan bara hestavognar fáa koyrt. Vit fara inn í sjálvan kjarnan við hjálpararbeiði føroyinga. Møta fólki, sum okkara hjálp hevur bjargað frá ringastu neyð og armóð.

Vit møta øskufíu, sum í dag er ein sólstrála, takkað veri okkara hjálpararbeiðið. Nógvar sterkar frásagnir. Vit fylgja klæðunum av Eiði og heilt út til tær mest treingjandi familjurnar, sum búgva í kroysum.

Vitja sjúkrahús og ellisheim, sum eru fleiri ferðir størri enn okkara. Men hava 90 prosent færri starvsfólk og minni útgerð. Her sæst hjálp føroyinga gera mun.

Vit hitta ovastu politisku mynduleikar, sum rósa og takka føroyingum fyri hjálpararbeiðið. Tey koma við okkum út á ellisheim og sjúkrahús.

Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Jóla- og nýggjárssendingar

Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.

- jólakonsert í City Church frá 2022
25-12-2024
“Sálmar í nýggjum hami” var eitt tiltak hjá Reformatiónsnevndini hjá Fólkakirkjuni, sum varð framført í Norðurlandahúsinum í oktober í ár.
25-12-2024
- føroysk jólakonsert
24-12-2024
Leitanin eftir framtíðini
24-12-2024
- 2024
19-12-2024
Asbjørn Lómaklett lesur jólaevangeliið. Klaksvíkar hornorkestur spælir. Upptøkur og sett saman: Ólavur Wolles.
25-12-2022
Eydna Skaale lesur úr Jóhannes evangeliinum. Tórfríð Tavsen syngur sangin Mitt um vetursnætur. Dánjal Tavsen spælir á klaver.
26-12-2021
Eydna Skaale lesur jólaevangeliið. Tórfríð Tavsen syngur Gleðilig Jól og Dánjal Tavsen spælir á klaver.
25-12-2021