- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóla- og nýggjárssendingar
Norðdepil 150 ár - okkara heimstaður í 150 ár
27-12-2016
Norðdepil er ein av føroysku bygdunum, sum komu tá ið einahandilin varð avtikin í 1856. Vit hoyra fólk siga frá um søguna og tilburðir í bygdini
Norðdepil er ein av føroyusku bygdunum, sum komu eftir, at einahandilin varð avtikin í 1856 og bátsbandið í 1865, har hvør maður kundi eiga og manna sín bát.
Vit hoyra eldri fólk siga frá um søguna og tilburðir í bygdini.
Jógvan Ravnsfjall, fornfrøðingur saman við Osvald Sivertsen, greiðir frá søguni og um Kópagarðar í Norðdepli, sum var næsta hvalastøð norðmenn bygdu í Føroyum.
Fleiri gomul filmsbrot og myndir eru at síggja saman við sangi og táttum. Dagurin í dag verður eisini lýstur, hvat hendir og er í bygdini.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Jóla- og nýggjárssendingar
Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.
“Sálmar í nýggjum hami” var eitt tiltak hjá Reformatiónsnevndini hjá Fólkakirkjuni, sum varð framført í Norðurlandahúsinum í oktober í ár.
25-12-2024
Asbjørn Lómaklett lesur jólaevangeliið. Klaksvíkar hornorkestur spælir. Upptøkur og sett saman: Ólavur Wolles.
25-12-2022
Eydna Skaale lesur úr Jóhannes evangeliinum. Tórfríð Tavsen syngur sangin Mitt um vetursnætur. Dánjal Tavsen spælir á klaver.
26-12-2021
Eydna Skaale lesur jólaevangeliið. Tórfríð Tavsen syngur Gleðilig Jól og Dánjal Tavsen spælir á klaver.
25-12-2021