- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóla- og nýggjárssendingar
Vit hoyra tónleik eftir Johan Sebastian Bach, sum livdi frá 1685 til 1750. Upptøkurnar eru gjørdar í miðaldarkirkjuni, Ólavskirkjan, í Kirkjubø, í sambandi við tiltakið “Í Kirkjubø við Bach og kertum“, sum Johan Mortensen eigur hugskotið til. Fyrimyndin er "Bach in Candle Light" tiltakið í St. Martin in the Fields í London, sum er í desember mánaði á hvørjum ári. Tey, ið framføra eru: Birita Poulsen, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk - Jón Festirstein og Monika Stauss, violin - Jona Jacobsen, viola - Jens Chr. Guttesen, sello. Lagt til rættis: Carsten Macdonald Arnskov.

Jóla- og nýggjárssendingar
Sendingar, ið verða sendar um jóla- og nýggjárstíð, verða lagdar á síðuna her, meðan høgtíðin er.