- Tíðindi, mentan og ítróttur
KAKUMiKS
KAKUMiKS (6:7)
09-05-2025
Onnur hálvfinala í KAKUMiKS!
Bakararnir í hesum parti eru Ró og Brá við liðnavninum “Køkukonurnar” og Eydna og Jóhanna Elisa (sum útskiftari fyri Noomi) við liðnavninum “Søtar Vinkur”.
Hjálparbakarar í fyrra umfari eru Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe.
Vertur er Svend Danielsen, og Kirstin Hammer og Olevina Sundsskarð eru dómarar.

KAKUMiKS
KAKUMiKS er ein bakikapping, har 16 børn, tvey á hvørjum liði, fara at baka kakur og kappast ímóti hvørjum øðrum. Tey mugu brúka alla sína vitan og góða handverk fyri at koma heilt til finaluna.